Føroyingar oyðsla ov nógv við mati

09.01.2017 - 08:57
Lívsstílur
Føroyingar oyðsla ov nógv við mati
Vit mugu gevast at oyðsla við mati, tað siga fyriskiparirnir av tiltakinum 'Diskosuppa'.
Mynd: Mynd: Stockphoto  

Vit kenna tað øll; Nátturðin er etin, og í staðin fyri at pakka restirnar niður og goyma tær í køliskápinum, rúka tær beint í ruskspannina.

Hetta kemur alt ov ofta fyri í Føroyum, sigur David Rodrigues, sum saman við Tórshavnar kommunu er farin undir at kanna matoyðsl í Føroyum. 

"Eg veit, at tað verður oyðslað nógv, men akkurát hvussu nógv vita vit ikki enn", fortelur hann. 

Saman við Sunnivu Mortensen stendur hann fyri tiltakinum Diskosuppa, sum verður í Perluni týskvøldið 10. januar klokkan 17.00-20.00.

"Hetta er eitt tiltak sum skal varpa ljós á matoyðsl. Við at gera mat burturúr avlopi, sum matvøruhandlarnir annars ikki høvdu kunna selt, vísa vit, at matrestir kunnu etast", sigur Sunniva Mortensen. 

Vit mugu steðga

Longu í 1995 varð roynt at basa matoyðsli. Tórshavnar kommuna stóð á odda fyri einum átaki sum skuldi eggja fólki til at kompostera sínar matrestir, heldur enn at blaka tær burtur. 

Men nú meir enn tjúgu ár seinni er trupulleikin ikki nógv basaður.

"Vit noyðast at steðga at blaka mat, sum kann etast, burtur", sigur David Rodrigues. 

"Og tað fer at koma okkum til góðar. Vit spara pengar og vit eru við til at ansa eftir jørðini, vit liva á", leggur hann afturat. 

Trý góð ráð

Kommunalt átøk og stór tiltøk gera lítlan mun, um ikki húsarhaldini fylgja við. 

"Matstovur, matvøruhandlar, arbeiðspláss og húsarhald mugu gera ein innsats, og tað er eisini tað, hetta tiltakið snýr seg um", greiður David Rodrigues frá.

Hann hevur trý góð ráð, vit kunnu brúka, um vit vilja gera ein mun sjálvi. 

1 - Ver tilvitaður, tá tú keypur inn

Kanna altíð, hvat tú eigur inni, áðrenn tú fert at keypa inn. Á tann hátt kemur tú aldrin at liggja inni fyri tveimum posum av eplum, tá tú bert hevur brúk fyri einum. 

2 - Brúka tínar matrestir 

Tú kanst gera tína egnu diskosuppu heima við hús. Goym grønmetisavlop í eini grýtu í køliskápinum og kóka tað saman til eina grønmetissuppu, tá vikan er av. 

3 - Ger ikki ov nógvan mat

Ver tilvitaður, tá tú gert mat. Ger ikki epli til tíggju fólk, um tit bara eru trý.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723