Føroysk listafólk á mentanarstevnu í London

Føroysk listafólk á mentanarstevnu í London
Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir fara at siga sína hugsan um børn og ung, burðardygd og javnstøðu millum kynini
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, umboðar Føroyar á festivalinum í London
 
13.01.2017 - 09:55

Føroyar eru við í norðurlendska mentanarfestivalinum Nordic Matters í London, sum byrjar í kvøld.

Føroysku listafólkini eru Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari, Jens L. Thomsen, myndlistamaður, Lena Andersen, sangari, Randi Samsonsen, klædnasniðgevi og Durita Holm, rithøvundur. 

Onnur føroysk listafólk fara væntandi at leggjast afturat næstu mánaðirnar, upplýsir Mentamálaráðið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, umboðar Føroyar, tá festivalurin verður settur í kvøld. 

Nordic Matters verður alt hetta árið. 

Føroyska sendistovan í London, Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið hava fyrireikað føroyska partin í festivalinum.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett av fimm milliónir krónur til Nordic Matters, sum er í Southbank Centre. 

Í sambandi við setanina í kvøld eru norðurlendsku mentamálaráðharrarnir bodnir at siga sína hugsan um børn og ung, burðardygd og javnstøðu millum kynini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742