Innlit í vanlukkur skerjast

Innlit í vanlukkur skerjast
Innlitið í kanningararbeiðið í sambandi við vanlukkur og óhapp á sjónum verður skert við broytingum í lógini um trygd á sjónum
Neyðugt er at broyta lógina um innlit í kanningararbeiði, í sambandi við vanlukkur og óhapp á sjónum, so hon lýkur treytirnar hjá ES og IMO, altjóða sjóferðslufelagsskapinum
 
17.01.2017 - 10:12

Neyðugt er at broyta lógina, so hon lýkur treytirnar hjá ES og IMO, altjóða sjóferðslufelagsskapinum. Sambært ES eru vitnisfrágreiðingar um vanlukkur á sjónum vardar móti innliti hjá fjølmiðlum og almenninginum.

Forðast skal fyri, at slíkar vitnisfrágreiðingar verða brúktar til annað endamál enn til kanningar við atliti til trygd. Endamálið er, sigur Vinnumálaráðið, at verja vitni móti mismuni og hevndaratgerð fyri teirra lut í kanningum.

Ávísar upplýsingar undantinkar

Heimild er í lógini um innlit til at broyta lógina um trygd á sjónum, so hon fær serstaka áseting um tagnarskyldu. Tað er, at ávísar upplýsingar eru undantiknar meginregluni um innlit. 

Tá innlit verður latið, kann hugsast, at vitni bera seg undan at hjálpa við kanningunum, stendur í viðmerkingunum um lógarbroytingina.

Ein onnur grundgeving er, at skjøl, sum verða brúkt í sambandi við kanningararbeiðið, ofta eru teknisk og fløkt. Tey eru tí ikki egnað til almenna umrøðu uttan samanhang við frágreiðingina av kanningini. 

Arbeiðsbýti ásetast í kunngerð

Sambært uppskotinum, er frágreiðingin, tá kanningin er liðug, tó ikki undantikin almennum innliti.

Føroyar hava síðani í 2015 avtalu við donsku skaðanevndina, Den Maritime Havarikommission, sum Sjóvinnustýrið kann heita á. Tað varð gjørt, nú Vesturland bleiv kannað eftir eldin. 

Arbeiðsbýtið millum Sjóvinnustýrið og donsku skaðanevndina verður ásett í kunngerð, sum kemur í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846