Nógv rotta í høvuðsstaðnum

Nógv rotta í høvuðsstaðnum
Rottan hevur fingið betri liviumstøður, gott summar og lýggjur vetur. Nú er ein nýggjari faldari um rottutýning gjørdur
 
24.01.2017 - 08:15

Tórshavnar kommuna fekk 202 fráboðanir um rottu í fjør, ein triðing fleiri enn í 2015.

Orsøkin er betri liviumstøður hjá rottuni, gott summar og lýggjur vetur.

Ein onnur orsøk til rottunøring er, at fólk geva fuglum og húsdjórum uttandura, sigur Byggi- og umhvørvisdeildin hjá býráðnum í brævi til ymsar stovnar í býnum.

Brævið er sent saman við einum nýggjum faldara um rottutýning, sum Búnaðarstovan hevur gjørt. 

Í sjey oyggjum

Í faldanum stendur, hvussu berast skal at, tá rotta er staðfest ella illgruni er um rottu. Rotta er í sjey oyggjum í Føroyum.

Kunngerðin um rottuoyðing er frá 1962. Men eitt uppskot um at broyta og dagføra kunngerðina er á veg.  

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur gjørt uppskotið, tí tað áliggur fyrst og fremst kommununum at týna rottur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155