Óvissa um møguligar vansar

Óvissa um møguligar vansar
Enn er óvist, um aðrir og meira gagnligir eginleikar møguliga hanga uppi í ílegunum, ið talan kann vera um at ala burtur í stríðnum móti ridluskriða
Tað ber til at gera av við ridluskriða hjá seyði við aling við at geva honum serligar ílegur. Men vandin er, at samstundis verða góðir eginleikar hjá seyðinum fyribeindir
 
30.01.2017 - 16:11

Tað ber til at gera av við ridluskriða hjá seyði við aling við at geva honum serligar ílegur. Men vandin er, at samstundis verða góðir eginleikar hjá seyðinum fyribeindir.

Tí verður bara mælt til at styrkja mótstøðuførið hjá seyði í oyggjum, har ridluskriði er. Tað ber til at ala seg burtur úr ridluskriða við at geva seyðinum ílegur, sum gera hann mótstøðuføran.

Men enn er óvist, um aðrir og meira gagnligir eginleikar møguliga hanga uppi við ílegunum, sum talan kann vera um at ala burtur í stríðnum móti ridluskriða. 

Vita ov lítið um møgulig árin

Ein miðvís aling eftir bara einum eginleika kann vera óheppin.  Vit vita, at til ber at ala ridluskriða burtur við at velja rætta ílegusamanseting. Men vit vita ov lítið um, hvørt vit ótilvitað samstundis ala onkran gagnligan eginleika burtur. 

Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan eru samd um at ráða til, at í teimum oyggjum, har ridluskriði er staðfestur, verða bara brúktir brundar við hægsta mótstøðuføri móti ridluskriða. 

Í hinum oyggjunum, har eingin ridluskriði er staðfestur, kann verri mótstøðuføri góðtakast.

Brúk fyri neyvari eftirliti

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Birni Kalsø, løgtingsmanni. Fiskimálaráðið, Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan høvdu fund um ridluskriða í januar.

Partarnir eru samdir um, at týdningarmikið er at fáa eitt neyvari yvirlit yvir veruligu smittustøðuna í seyðastovninum, tí seyður kann saktans vera smittaður uttan at vísa sjúkutekin. 

Einasti háttur at staðfesta møguliga smittu við vissu er at kanna heilavevnað á eldri seyði, gera eina prionkanning.

Næsti fundur í februar

Tá skal greiða vera fingin á kanningarhættum, og hvussu nógv teir kosta. Tá hetta er greitt, verður ein endalig ætlan løgd og avgjørt verður, hvussu játtanin í ár skal brúkast.

Skal fullgott gagn fáast úr játtanini fyri 2017 er alneyðugt, at hildið verður fram í nøkur ár afturat, til dømis í sjey ár, sum vanliga er roknað sum avdeyðaaldur hjá seyði, stendur í svarinum hjá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum.

Fyrstu ferð, ridluskriði varð staðfestur í Føroyum, var í Havn í 1984.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938