Sokallaða muslimbannið

Sokallaða muslimbannið
Donald Trump, forseti, hevur bannað íbúgvum úr 7 londum at koma inn í USA
30.01.2017 - 21:00

Skrivað hevur: Rókur Herup Olsen

 

Eftir at Donald Trump bleiv tikin í eið fyri akkurát 10 døgum síðani, hevur verið ógvuliga nógv rumbul í miðlunum í sambandi við hansara ætlanir. Fyrsta vikan hevur verið øgilig, og Trump hevur havt úr at gera. Fyrst hoyrdu vit nógv um ætlanina at strika Obamacare, síðani fingu vit at vita, at múrurin fór at blíva veruleiki. Men tann seinasta av hesum ætlanum er sokallaða muslimbannið, ella "Protecting the Nation from Foreign Terrorist Entry into the United States", sum kunngerðin í veruleikanum eitur.

 

Kunngerðin bannar øllum íbúgvum úr Libya, Sudan, Somalia, Sýria, Yemen, Iraq og Iran at koma inn í USA. Hesi lond hava øll ovurstóran muslimskan meiriluta, ið er orsøkin til, at tað verður kallað muslimbannið. Bannið í sær sjálvum hevur onki at gera við átrúnað, bert tjóðskap. Bannið heldur tó bert í 90 dagar, eftir hetta verður tað endurskoðað.

 

Eisini setur bannið ein 120-daga langan steðg fyri øll flóttafólk, sum royna at fáa friðskjól í USA. Tó eru sýriskir flóttar bannaðir í óavmarkaða tíð.

 

Trump og stjórn hansara siga, at hetta fer at verja og tryggja USA ímóti terrorálopum. Og hetta er alt ein liður í vallyfti teirra, at fyribils steðga muslimskari immigratión, inntil betri tryggingarátøk eru útvegað.

 

Men reaktiónirnar vóru mangar, og fleiri mótmælisgongur stungu seg upp í størstu býunum í USA. Fleiri fyritøkur vístu eisini mótstøðu, bæði Facebook og Twitter funnust í tíðindaskrivum at hesi ætlan. Meira ítøkiliga hevur leigufyritøkan Airbnb lovað, at tey ætla at hýsa øllum fólkum, ið eru rakt av hesum banni. Heimskenda kaféketan, Starbucks, ætlar at seta 10.000 flóttar í starv hjá sær, eisini í beinleiðis aftursvari til Trump.

 

Seinasta orðið er neyvan sagt í hesum máli, men eitt er vist, vit fara at hoyra nógv meir um ætlaninar hjá Trump komandi fýra árini.

 

 

 

Keldur: dr.dk og edition.cnn.com

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.