Uppskot um Filmshúsið til hoyringar

Uppskot um Filmshúsið til hoyringar
Í fyrsta umfari verður Filmshúsið ikki eitt hús, men ein skrivstova til leiðara og atgongd til fundarhøli
 
01.02.2017 - 11:12

Ein millión er sett av til Filmshúsið á fíggjarlógini fyri 2017, og nú er eitt lógaruppskot um tað sent til hoyringar.

Endamálið við Filmshúsinum er at menna føroyska filmsvinnu og Føroyar sum filmsland, umframt at vera savnandi depil og birta upp undir film sum vinnu.

Filmshúsið skal ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum, og vera savningarstaður hjá føroyska filmsumhvørvinum. 

Tað skal marknaðarføra føroyskan film uttanlands, marknaðarføra Føroyar sum filmsland, vera ráðgevi í sambandi við filmsgerð, og hækka førleikastigið í filmsgerðini í Føroyum.

Veljast skal stýri við trimum fólkum. Landsstýrisfólkini í ávikavist vinnumálum og mentamálum og Felagið føroysk filmsfólk velja fólk í stýrið.

Hóast heitið er Filmshús er ikki ætlanin at byggja eitt filmshús. Ein skrivstova verður í fyrsta umfari leigað til leiðaran og atgongd til fundarhøli, og miðað verður eftir, at Filmshúsið og filmsverkstaðurin Klippfisk seinni vera í somu hølum.

Upplýst verður í viðmerkingunum um lógaruppskotið um Filmshúsið, at lógaruppskot kemur í vár um, at ein fjórðingur av tí, sum filmur og sendirøðir kosta at gera í Føroyum, verður latin í studningi úr landskassanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815