Stríðsval í Sjúkrarøktarafelagnum

Stríðsval í Sjúkrarøktarafelagnum
Tríggjar kvinnur bjóða sitandi forkvinnuni í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar av. Áhugin fyri formansvalinum er metstórur hesaferð
 
20.02.2017 - 10:34

Valstríð er í hesum døgum um forkvinnusessin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fýra limir hava boðið seg fram at standa á odda fyri felagnum næstu fýra árini.

Óluva í Gong, sum er sitandi forkvinna, Elisabeth M. Hjaltalin, sum er deildarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Havn, Annemi Lund Joensen, undirvísari á sjúkrarøktarfrøðisdeildini, og Jóngerð M. Nielsen, sum eisini er deilarleiðari á Heilsu- og Umsorganartænastuni í Havn.

Valfundir um landið

Felagið sigur sjálvt, at áhugin fyri forkvinnuvalinum hesa ferð er metstórur. Og valfundir hava eisini verið og verða kring landið.

Hósdagin í síðstu viku var valfundur á Landssjúkrahúsinum í Havn, í dag verður valfundur á Seglhúsloftinum á Tvøroyri.

Í morgin verður farið til Klaksvíkar, har valfundur verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Aðalfundurin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður 18. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424