Vit fáa etiskt ráð

Vit fáa etiskt ráð
Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið í morgin
 
20.02.2017 - 20:09

Føroyar fáa nú etiskt ráð.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið undirtøku fyri at leggja fram uppskot um etiskt ráð, og landsstýriskvinnan væntar, at uppskotið verður lagt fyri tingið í morgin.

Málið var fyri á landsstýrisfundi í dag, og har var undirtøka fyri at leggja uppskotið fram.

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, sæst í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar í desember í fjør.

Sjey limir fara at manna etiska ráðið, sambært uppskotinum hjá Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595