Arbeiðsloysið tað lægsta í átta ár

Arbeiðsloysið tað lægsta í átta ár
Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,3 prosent í januar mánaða.
Arbeiðsloysi hevur ikki verið so lágt síðan 2009
 
22.02.2017 - 11:43

Í juli í fjør var arbeiðsloysið trý prosent, og síðani er talið minkað, mánað fyri mánað, niður í 2,3 prosent í januar.

634 fólk vóru arbeiðsleys í januar, tað eru 196 færri enn fyri hálvum ári síðani. 

Størsta arbeiðsloysið er millum kvinnur í aldursbólkinum 25-34 ár, - har er arbeiðsloysið 5,1 prosent.

Minsta arbeiðsloysið er millum menn í aldursbólkinum 45-54 ár, - har er arbeiðsloysið 1,8 prosent.

Landafrøðiliga er arbeiðsloysið størst í Suðuroynni og Sandoynni, - har er arbeiðsloysið ávíkavist 3,4 prosent og 3,1 prosent.

Lægsta arbeiðsloysið er í Eysturoynni, Norðoyggjum og Vágum, har arbeiðsloysið er millum 1,6 prosent og 1,9 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672