Fráfaringaravtala gjørd við stjóran

Fráfaringaravtala gjørd við stjóran
Andras Mortensen, sum hevur verið stjóri á Søvnum landsins, byrjar 1. august í nýggjum starvi á Fróðskarsetri Føroya
Fráfaringaravtala er gjørd við Andras Mortensen, stjóra í Søvnum landsins. Hann byrjar í starvi á Fróðskaparsetrinum 1. august í summar
Mynd: Samansettar myndir/KvF  
 
23.02.2017 - 10:10

Stjórin á Søvnum er fríttstillaður úr starvinum frá týsdegnum. Hann fær stjóralønina til fyrsta juli. Eftir tað fer hann í starv á Fróðskaparsetrinum, har hann byrjar 1. august á Søgu- og samfelagsdeildini.

Tað vísir fráfaringaravtalan, Kringvarpið hevur fingið innlit í. Á Setrinum verður hann løntur eftir sáttmálanum millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið, umframt at hann fær lektara/phd.-viðbót.

Avtala undirskrivað týsdagin

Lønin hjá stjóranum er 41.686 krónur um mánaðin, og viðbótin er 2.245 krónur. Tað vil siga, at hann fær til samans góðar 44.000 krónur um mánaðin. Avtalan varð undirskrivað týsdagin.

Tað eru Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Andrass Mortensen, fráfarni stjóri á Søvnum landsins, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, sum hava skrivað undir avtaluna.

Sambært avtaluni skal fráfarni stjórin í tíðarskeiðinum fram til fyrsta juli ráðgeva setta stjóranum á Søvnum landsins, tá hann verður biðin um tað. Annars skal hann taka sær av verkætlanini við Føroyingahavnini í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392