- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri harur skotnar í 2016
Tað vísir yvirlit, sum Eyðfinn Magnussen hevur gjørt út frá upplýsingum, hann hevur fingið frá teimum, ið hava skotið.
Veðrið hevur nógv at siga, hvussu nógv hara er, sigur hann við útvarpið. Til samans 451 túrar í 187 hagapørtum vórðu gjørdir í fjør um alt landið.
Veðrið nógv at siga
Fyri alt landið vórðu skotnar 2,38 harur fyri hvørja byrsu hvønn dagin. Hetta er á leið tað sama sum í 2015, men nakað minni enn í 2014.
Eyðfinn Magnussen, ið hevur kannað haruveiðu í Føroyum, gevur veðrinum ábygrdina av, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.
Hann heldur ikki, at rottan hevur nakað við harustovnin at gera. Fyri at fáa fleiri harur er neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá harum í haganum, eitt nú at gera fleiri harusetur.
Saksunarmenn skutu flestar
Yvirlitið hjá honum vísur, at raskastir at skjóta haru í fjør vóru tey í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Tey skutu til samans 90 harur á sjey túrum.
Næstraskastir at skjóta haru í Føroyum í 2016 vóru tey í Strandarhaga á Strond á Borðoynni. Har vórðu skotnar 69 harur á fimm túrum.
Triðbestir vóru tey í Fjalli, ið er partur í Ognarhaganum í Kvívík, 68 harur á sjey túrum, vísir yvirlitið hjá Eyðfinni Magnussen, ið savnar inn upplýsingar um harur og haruskjóting.