Landið fær eisini ágóðan

Landið fær eisini ágóðan
Landskassin fær nógvar pengar í sín part, nú Bakkafrost og BankNordik í gjár boðaðu frá stórum vinningsbýti í ár
Landið fær í minsta lagi 319 milliónir burtur úr stóra vinningsbýtinum hjá Bakkafrosti og BankNordik
 
28.02.2017 - 08:36

Bakkafrost ætlar at geva sínum partaeigarum 425 milliónir krónur, og BankNordik ætla at geva sínum eigarum 300 milliónir.

Teirra millum er landstýrið, sum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992 framvegis eigur ein triðing av bankanum. Landið fær tí 100 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik.

Landið fær minst 319 mió.

Harafturat skal skattur rindast av vínningsbýti, kapitalvinningsskattur. Hann er 35 prosent.

35 prosent av 725 milliónum krónum eru slakar 254 milliónir krónur. Tað er, um landið eisini fær kapitalvinningsskatt frá Fíggingargrunninum.

Annars eru 35 prosent av 625 milliónum slakar 219 milliónir. So í minsta lagi fær landið 319 milliónir burtur úr stóra vinningsbýtinum hjá Bakkafrosti og BankNordik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604