- Tíðindi, mentan og ítróttur
Banksy opnar hotell í Betlehem
Veggirnir eru klæddir við streetart á nýggja hotellinum Walled Off Hotel, sum opnaði í Betlehem í gjár. Tí tað er heimskenda (og kortini púra ókenda) street-listafólkið Banksy, sum letur hurðarnar upp á spildurnýggja hotellinum í Ísrael.
Banksy hevur - hóast verkini hjá honum eru víðagitin - higartil megnað at hildið sín samleika duldan fyri umheiminum, og eiheldur starvsfólkini á nýggja hotellinum kenna sín stjóra. Tey vistu ikki eingongd, at tað var Banksy, sum stóð aftanfyri, fyrrenn hurðarnar vórðu latnar upp. Tað hevur tikið fjúrtan mánaðar at fáa hotellið upp at koyra, og tað bíligasta hotellkamarið kostar 30 dollarar fyri hvørja nátt.
Ótespiligt útsýni
Tað er kanska ikki heilt ósatt, tá tað verður lýst við, at Walled Off Hotel er tað hotellið í heiminum, sum hevur mest ótespiliga útsýnið. Hotellið er nevniliga staðsett so tætt við múrin í Betlehem sum gjørligt. Og tað er ikki av tilvild.
Banksy hevur opnað hotellið, tí hann vil hava gestirnar til at kenna seg bara eitt lítið sindur aftur í, hvussu tað er at búgva í einum hersettum býi. Tað sigur tíðindamiðilin Al Jezeera English, sum virkar fyri at kunna Vesturheiminum um Miðeystur.
Rundan um Betlehem hava Ísraelskir myndugleikar bygt ein tólv metur høgan betongmúr. Rundan um hann standa ísraelskir hermenn við maskinbyrsum. Teir skulu verja býin móti palestineskum terroristum, siga ísraelskir myndugleikar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Banksy viðmerkir stríðið millum Ísrael og Palestina. Banksy hevur fleiri heimskendar málningar, sum eru málaðir á veggir í Betlehem - og sum eru ein beinleiðis viðmerking til stríðið millum Ísrael og Palestina. Millum annað friðarbúgvuna við eini skjótiskivu á bringuni.
"Síðan málningarnir hjá Banksy her í Betlehem gjørdust heimskendir, hava vit havt fleiri Banksy-ferðafólk enn Jesus-ferðafólk, plaga vit at siga", fortelur hotellstjórin fyri Al Jezeera English.
Síggj fantastiska og samstundis ótespiliga hotellið í videobrotinum her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |