"Eg vil ikki ferðast, tí eg skal gjalda fyri tvey setur umborð á Atlantic"

"Eg vil ikki ferðast, tí eg skal gjalda fyri tvey setur umborð á Atlantic"
20 ára gamla Sissal Jacobsen úr Hósvík livir við sjúkuni PCOS
29.08.2017 - 21:51

Eftir Solveig á Torvlaðnum

 

 

 

Hendan sjúkan hevur stóra ávirkan á hana, bæði kensluliga og kropsliga. Millum annað ávirkar sjúkan vektina hjá henni og ger, at hon hevur ringt við at tapa seg, og tí er hon yvirvektig. Sissal følir ofta, at samfelagið ikki góðtekur hennara vekt. Hetta kallar hon fatshaming, ið er eitt fyribrigdi, sum verður brúkt, tá mann tosar um at niðurgera yvirvektig fólk. Sjálvt um vit kanska ikki halda tað, so er hetta eitt fyribrigdi, sum ofta kemur fyri í føroyska samfelagnum.

 

Fat and Fabulous

 

Sissal brúkar sín Instagram brúkara til at geva fólkum eitt innlit í, hvussu ein gerandisdagur við PCOS er. Tað er eisini gjøgnum Instagram og aðrar síður á netinum, at hon hevur lært at góðtaka seg sjálva. Serliga er ein, ið eitur Whitney Thore, sum hevur eina reality sending á amerikansku sjónvarps-rásini TLC. Hendan sendingin eitur “My Big Fat Faboulous Life”. Whitney Thore livir við somu sjúku sum Sissal, og í sendingini vísir hon, hvussu hon roynir at góðtaka seg sjálva í gerandisdegnum. Hon er sera speisk og flennir nógv at sær sjálvari, og tað hevur Sissal lært serliga nógv av.

 

 

 

Men hvat er PCOS, og hvussu ávirkar tað kvinnur í gerandisdegnum?

 

PCOS er ein stytting fyri Poly Cystisk Ovarie Syndrom. Orðið merkir, at har eru fleiri bløðrur á eggjastokkunum, og hetta órógvar hormonjavnvágina. Sjálvt um mann ikki hoyrir nógv um hesa sjúkuna, so rakar hon 5 – 10% av kvinnum.

 

 

Skeggvøkstur

 

Sjúkan hevur nógv kropslig sjúkueyðkenni við sær, sum ávirka kvinnurnar, ið eru raktar ógviliga hart. Tað kann hava sálarligar avleiðingar við sær, og tað merkir Sissal eisini nógv til. Hon hevur eisini angist og depressión eyðkenni, sum hon stríðist nógv við, og tað er eisini ein av grundunum til, at hon hvørki hevur arbeitt ella gingið í skúla seinastuni árini.

 

PCOS hevur við sær:

 

                -  Óregluliga menustruatión

                -  Umleið helvtin av kvinnum við sjúkuni eru yvirvektigar

                - Øktur hárvøkstur á bringuni, í andlitinum, frá nalvanum og niður, armunum og beinunum

                 - Óreina húð

 

Allar kvinnur við sjúkuni føla ikki øll hesi sjúkueyðkennini.

 

Tað sjúkueyðkennið, ið Sissal merkir mest til í gerandisdegnum, er, at hon hevur mannfólka-skeggvøkstur. Hetta hevur við sær, at hon má raka sær í andlitinum annan hvønn dag, fyri at mann ikki skal síggja stubbarnar.

 

 

 

Fyri at minka um hesi sjúkueyðkennini kann tað hjálpa at røra seg og eta sunt. Tað er eisini nakað, sum Sissal hevur roynt, men hon endaði so við einari djúpari depressión. Hetta er grundin til, at hon hevur valt tað frá og heldur velur at góðtaka seg sjálva, júst sum hon er beint nú, og hon velur at læra seg sjálva at liva við sjúkueyðkennunum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.