Lógin má dagførast

Lógin má dagførast
Lógin um barsilsskipan er snøgt sagt ótíðarhóskandi, hon ger mismun á kynunum, og børnini eru fyri vanbýti, heldur formaðurin í Javnstøðunevndini
Lógin um barsilsskipan má dagførast, so foreldur býta farloyvið javnari millum sín, heldur formaðurin í Javnstøðunevndini
 
05.03.2017 - 14:50

Tað sigur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen, í lesarabrævi í Dimmalætting nú um vikuskiftið.

Hóast lógin er skrúvað soleiðis saman, at foreldrini kunna býta ein stóran part av barsilstíðini ímillum sín, so er veruleikin, at mammurnar fara við 93 prosentum av farloyvinum. Og soleiðis eigur tað ikki at vera, sigur formaðurin í javnstøðunevndini. 

Øll okkara grannalond eru fremri enn vit, hvat hesum viðvíkir, og fremst er Ísland, har hvør fær 13 vikur og síðani eru 13 vikur umframt, sum kunnu býtast eftir ynski.

Øll fáa ágóðan

Formaðurin í javnstøðunevndini heldur, at verður barnsburðarfarloyvið býtt javnt ímillum kynini, fara øll at vinna.

- Barnið og pápin fáa tættari samband, og pápin kann ikki setast til viks um foreldrini fara hvør til sítt. Og mammurnar verða ikki settar til viks á arbeiðsmarknaðinum.

- Tí nú eru tær ikki ótryggari arbeiðsmegi enn menninir. Og allar mest týdningarmikið: Barnið fær lógartryggjaðan rætt til bæði síni foreldur frá byrjan.

Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, var gestur í tíðindunum klokkan 14. Hoyr samrøðuna her Útvarpstíðindi 14:00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523