Sama fyritøka fekk arbeiðið

Sama fyritøka fekk arbeiðið
Tað verður tað sama smápartafelagið, ið gjørdi fyrsta byggistig í kirkjugarðinum í Hoyvík, sum eisini fer at gera annað byggistig
Tórshavnar kommuna er so nøgd við samstarvið við smápartafelagið ZRJ, sum ger fyrsta byggistigið í kirkjugarðinum í Hoyvík, at felagið eisini fekk annað byggstig uttan at arbeiðið varð boðið út
 
06.03.2017 - 09:56

Tórshavnar kommuna er so nøgd við samstarvið við smápartafelagið ZRJ, sum ger fyrsta byggistigið í kirkjugarðinum í Hoyvík, at felagið eisini fekk annað byggstig uttan at arbeiðið varð boðið út.

Kirkjugarðurin og bilplássini við hann kosta 13,7 milliónir krónur. Fyrsta byggistigið verður liðugt síðst í mars. Næsta byggistig er liður í eini størri ætlan um at fáa gjørt kirkjugarðin lidnan.

Her er talan um í fyrsta lagi at drena kirkjugarðin, og at breiða mold út í turru árstíðini, sum sigst vera frá mai til august. Tað arbeiðið má byrja skjótast gjørligt, um tað skal gerast í 2017.

Annað byggistig fer at kosta 4,8 milliónir krónur. Býráðið samtykti einmælt hóskvøldið at játta peningin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392