Smyril ikki í dokk nú - hóast alt

Smyril ikki í dokk nú - hóast alt
Suðringar sleppa at hava Smyril ein mánað aftrat, áðrenn hann fer í dokk. Ætlanin var annars, at Smyril skuldi fara í dokk í næstu viku
 
07.03.2017 - 09:47

Men hetta er nú útsett til 21. apríl, sigur Strandferðslan á heimasíðuni. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur við in.fo, at orsøkin er at avloysaraskipið, grikska ferjan, Galaxy, verður ikki klárt at seta í sigling enn.

Rakstrarleiðarin sigur, at tey hava verið illa plágað av verkføllum í Grikkalandi í seinastuni og tískil hevur tað ikki eydnast at fáa skipið klárt.

Tískil misti Smyril ætlaða dokkingarplássið í næstu viku. Men ístaðin hevur Smyril fingið nýtt dokkingarpláss í síðst í apríl, sigur Jóan Petur Abrahamsen við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366