Byrja skjótt boring streymoyarmegin

Byrja skjótt boring streymoyarmegin
Arbeiðið, uppá at bora og spreingja Eysturoyartunnilin av Streymoynni, byrjar uppundir páskir. Útgerðin er í løtuni á veg til Føroya
Borurin til Eysturoyartunnilin streymoyarmegin verður skjótt settur í norðan fyri Hvítanes, sigur stjórin í tunnilsfelagnum
 
14.03.2017 - 18:19

Útgerðin, sum millum annað fevnir um ein borivogn aftrat og aðra útgerð, sum skúrar og annað, er ávegis til Føroya við farmaskipi hjá Smyril Line. Útgerðin kemur úr Noreg.

Illveðrið, sum er í løtuni, darvar ferðini, so skipið er farið inn í Hirtshals at bíða eftir betri veðri, upplýsir stjórin í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, Teitur Samuelsen.

SÍ EISINI Nú verður borað á Strondum

Skipið verður í Føroyum um vikuskiftið við útgerðini og so verður farið undir at fyrireika at seta á at bora norðan fyri Hvítanes. Tað arbeiðið byrjar væntandi uppundir páskir, sigur Teitur Samuelsen.

Hesa vikuna kemur eisini ferð á at bora Eysturoyartunnilin á Strondum. Síðani arbeiðið byrjaði hevur verið arbeitt varliga, men nú er komið somikið ávegis, at nú verður borað og sprongt alt samdøgrið. 

Tey, sum arbeiða í tunlinum, arbeiða 12 tíma vaktir, og talan er bæði um føroyingar og útlendingar, upplýsir stjórin, Teitur Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391