- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilt tú søkja inn á Studentaskúlan í Hoydølum?
Studentaskúlin, ella Glasir, ið tað eitur nú, er gymnasialt miðnám í Tórsavn. Útbúgvingin tekur 3 ár, og tú kanst nú velja millum fýra breytir: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt. Náttúrubreyt og hugbreyt eru tað, ið fyrr varð kallað matematiska- og málsligadeild. Innan hesar breytir eru aftur ymsar leiðir, ið gera, at tú kanst skræddaraseyma tína útbúgving enn meira.
Umframt eitt læruríkt lestrarumhvørvi er eisini eitt virkið næmingaráð, ið javnan skipar fyri tiltøkum og veitslum.
Tó hevur skúlin ikki besta umdømið. Í fólkaskúlanum hoyrir mann næstan bara ræðusøgur um, hvussu tað verður ein kollvelting frá vanligu skúlagongdini at fara í student. Ræðusøgur um, hvussu torført tað fer at verða at koma ígjøgnum øll trý árini.
Hetta ásannar Julia Helena, men hon er ósamd í hesum.
- Eg havi altíð fingið at vita í fólkaskúlanum, at student fer at verða so nógv verri. Men soleiðis hevur tað eisini verið, tá eg eri farin úr 7. til 8. og úr 8. í 9., men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. Tað er tí, eg gjøgnum árini sjálv havi ment meg. Sjálvandi er munur á fólkaskúlanum og student, men um ein tímir nøkunlunda væl, fylgir við frá byrjanini og ger sínar uppgávur, so skuldi tað nokk gingið.
Sum sagt er Julia Helena yngri enn floksfelagir sínir, men hon heldur seg ikki lýsa burtur úr hinum. Hon sigur, at hennara aldur ikki hevur so stóra ávirkan á hvørki skúlagongd ella floksfelagar. Hon hevur altíð gingið ein árgang eldri, enn hon er, og hon kennir seg tískil líka sum hini. Tí hugsa hvørki hon ella tey í flokkinum um, at hon er yngri.
- Eg vil avgjørt viðmæla teimum, sum hugsa um at fara í student, at søkja inn, tí at tað er ikki so ringt, sum mann heldur. Mær dámar væl at ganga her, og eg havi fingið nógvar nýggjar vinir. Um tú ivast í at fara í student ella í Námx, kanst tú altíð søkja inn og taka støðu til, hvat tú hevur hug til seinni.
Freistin at søkja inn á Glasir eins og hinar miðnámsskúlarnar er 15. mars.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |