Bayern München ímóti Real Madrid

Bayern München ímóti Real Madrid
Lutakastið í Champions League hevði við sær, at fleiri fótbóltsrisar møtast í fjórðingsfinalunum
 
17.03.2017 - 11:42

Nú er greitt, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í Champions league-kappingini.

Vinnarin frá í fjør og mest vinnandi liðið nakrantíð í kappingini (11.ferðir), Real Madrid, skal møta Bayern München.

Bayern München hevur eisini eina stolta søgu í kappingini. Týska stórfelagið hevur vunnið kappingina fimm ferðir (1974,1975,1976,2001 og 2013).

Ein onnur sera áhugaverd uppgerð yvir tveir dystir verður millum FC Barcelona og Juventus. Tvey feløg við ógvuliga ymiskum spælistíli.

Møguleiki fyri óvæntaðum vinnara

Av tí at risarnir í evropeiskum fótbólti møtast í tveimum fjórðingsfinalum, letur tað dyrnar upp fyri, at vinnarin í ár kann blíva ein, sum ikki varð hevði roknað við.

Leicester, sum púra óvæntað vann Premier League í fjør, og sum er við í Champions league kappingini fyri fyrstu ferð, skal spæla ímóti Atletico Madrid.

Atletico Madrid hevur ongantíð vunnið kappingina, men hevur tríggjar ferðir verið í finaluni (1974, 2014 og 2016).

Í síðstu fjórðingsfinaluni møtast Borussia Dortmund og Monako. Borussia Dortmund vann kappingina afturi í 1997 og var í finaluni í 2013.

Monako hevur ongantíð vunnið kappingina, men var í finaluni í 2004, tá teir taptu fyri FC Porto.

Tað er tó einki at ivast í, at favorittarnir eru at finna millum FC Barcelona, Real Madrid, Juventus og Bayern München.

Men við hesum lutakastinum veksur møguleikin fyri tí óvæntaða vinnaranum.

Lutakastið:

Juventus - FC Barcelona

Bayern München - Real Madrid

Borussia Dortmund - Monako

Atletico Madrid - Leicester

Dystirnir verða spældir 11. apríl og 18. apríl

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539