Stór leiting í Norðoyggjum

Stór leiting í Norðoyggjum
Øll tilbúgvingin varð sett í verk í gjárkvøldið, tí fólk á Viðareiði vóru stúrin um tveir útlendingar, sum vóru farnir í hagan fyrr um dagin
 
18.03.2017 - 11:11

Fólk vistu um tveir útlendingar, sum vóru farnir til Viðarreiðis og ætlaðu sær ein túr í fjøllini, men eingin hevði sæð teir komið aftur. Løgreglan fekk fráboðan um hetta stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið, menninir vóru farnir í hagan á miðdegi.

Eftir at hava tosað við gistingarhús og aðrar aktørar, har eingin visti at siga frá monnunum, valdu tey at binda um heilan fingur og settu eina størri leiting í  verk við tyrlu, bjargingarliði og tí, sum har til hoyrir. Hetta var klokkan 20.13, men klokkan 21.10 varð avblást, tí tá vísti tað seg, at menninir, sum høvdu verið í fjøllunum, vóru afturíafturkomnir fyrr um dagin.

Á løgreglustøðini fegnast tey um, at eingin var komin illa fyri - og at tilbúgvingin vísti seg at rigga sum hon skuldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV