Her vilja færri sita

Her vilja færri sita
Áhugin fyri at fara í miðnámsskúla er minkandi. Í ár eru 122 færri umsóknir enn í fjør, og tað svarar til 10 prosentstig
Áhugin fyri at sleppa á miðnámsskúla í Føroyum er í ár minni enn í fjør. Umsóknarfreistin var úti mikudagin í síðstu viku
 
20.03.2017 - 13:39

Tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám, genturnar hava 54 prosent av samlaðu umsóknunum. Men tað eru útbúgvingar har dreingirnir eru fleiri, og tá er talan um handverksútbúgvingarnar.

Tað eru góðar tíðir, og tí fara fleiri undir handverksútbúgving, og møguleikarnir fyri at fáa lærupláss økjast eisini. Ein onnur orsøk er ivaleyst, at nógv arbeiði er, og tí velja ungfólk at tjena pengar eitt skfti, áðrenn tey halda fram í skúlanum.

Ein onnur orsøk heldur Mentamálaráðið vera, at tað dregur út við at fáa nýggja skúlabýgningin hjá Glasir lidnan, og tí velja tey ungu at bíða til bygningurin verður liðugur, tað verður hann í 2018.

Talið av ungum, ið søkja inn á miðnám, er minkað síðani í 2015, og í ár eru umsóknirnar færri enn tá, upplýsir Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688