U17 víðari til EM: So fegnir eru spælararnir

U17 víðari til EM: So fegnir eru spælararnir
Føroyska U17-landsliðið í fótbólti er komið víðari til evropameistarakappingina í Kroatia í summar. Sí avgerandi løtuna her
Sí her, hvussu fegnir leikararnir hjá Føroyum vóru, tá liðið seinnapartin spældi seg víðari til EM-kappingina, sum byrjar 3. mai
Mynd: Skíggjamynd/FSF á Facebook  
 
20.03.2017 - 16:33

Gleðin var stór, tá føroyska U17-landsliðið í fótbólti spældi seg víðari til evropameistarakappingina, sum verður í Kroatia í um slakar tveir mánaðir.

Upptøkuna niðan fyri her hevur Fótbóltssamband Føroya lagt á facebooksíðuna hjá felagsskapinum fyri einum góðum tíma síðani.

Føroyar vunnu í dag 2-1 á Slovakia við málum frá Tóra Jacobsen og Hanusi Sørensen. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt fótbóltslandslið spælir seg víðari til eitt endaspæl. EM-endaspælið fyri U17-landslið verður í Kroatia í døgunum frá 3. til 19. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815