Theresa May: Gerningsmaðurin ikki ókendur

Theresa May: Gerningsmaðurin ikki ókendur
Maðurin, sum í gjár drap minst fýra fólk og løstaði 40 onnur í London, er føddur í Bretlandi. Fregnartænastan, MI5, kendi mannin undan álopinum
Vælmannað løgreglulið uttan fyri parlamentið í Bretlandi eftir yvirgangsatsóknnina mikudagin. Løgreglan kendi til gerningsmannin undan álopinum, sigur bretski forsætisráðharrin
Mynd: AP  
 
23.03.2017 - 13:43

Tað segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tá hon fyri løtu síðani helt røðu í tjóðartinginum. Bretskir myndugleikar halda, at yvirgangsmaðurin hevur fingið íblástur frá islamistiskum yvirgangsfelagskapum sum ISIS

Theresa May heitti á bretar um ikki at lata seg avmarkað í gerandisdegnum av hendingini.

"Einans við at halda fram, sum vit vanliga gera, kunnu vit vinna á yvirganginum og royndini at køva okkara fólkaræði," segði Theresa May, bretski forsætisráðharrin, millum annað í røðuni í tjóðartinginum.

SÍ EISINI Yvirlit: Yvirgangsálop í Evropa síðstu tvey árini

"Besta svarið til yvirgang finst í okkara gerandisatburði. Uttan fyri hesar múrar fara milliónir undir sín gerandisdag í dag - nógv fólk eru í gøtunum, nógv fólk eru á skrivstovum og í kaffistovum, og fólk fara í hesi løtu umborð á flogfør og tok á veg til London at vitja besta býin í heiminum."

"Tað er við hesum atburði, at vit finna besta svarið móti yvirgangi. Ein atburð, sum noktar at víkja, og greitt sigur okkara fígginda, at tit fara ongantíð at vinna. Vit fara at gera hetta við sama áræði og dirvi, sum tann løgreglumaðurin, ið legði seg millum yvirgangsmannin og okkum í gjár," segði May.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155