- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta SAS-flogfarið lent
Fyrsta SAS-flogfarið lent
Kappingin at flúgva til og úr Føroyum byrjaði í dag
Mynd: Vága floghavn
26.03.2017 - 10:41
Fyrsta flogfarið hjá flogfelagnum SAS setti seg í Vágum klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. Flogfarið fer avstað aftur klokkan 11:10.
Hetta er fyrstu ferð, síðan Faroe Jet gavst at flúgva, at kapping aftur er á Føroyaleiðini.
SÍ EISINI Sas skal flúgva alt árið
Um vikuskifti almannakunngjørdi Atlantsflog nýggja bonusskipan. Talan er um súluskipanina, sum felagið annars legði í grøvina, tá SAS og Atlantsflog fórú í samstarv um Eurobonus skipanina.
Hendan var sum kunnugt avtikin aftur, tá SAS almannakunngjørdi sínar ætlanir um at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn.
SÍ EISINI Steðga samstarvi um Eurobonus
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV