Umstrídd innlitslóg setast í gildi

Umstrídd innlitslóg setast í gildi
Ein donsk innlitslóg frá 2014, ið hevur verið fyri atfinningum, tí tað er truplari hjá fjølmiðlum at fáa innlit, skal setast í verk í Føroyum
Danska innlitslógin, sum kom í gildi 1. januar í 2014, skal setast í gildi fyri danskar stovnar í Føroyum
 
28.03.2017 - 07:56

Danska innlitslógin, sum kom í gildi 1. januar í 2014, skal setast í gildi fyri danskar stovnar í Føroyum. Tað sigur danska løgmálaráðið, sum tí vil hava Løgtingið at seta í gildi lógina við ríkislógartilmæli.

Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í donsku innlitslógina í 2014, hava síðani verið fyri hvøssum atfinningum. Danskir fjølmiðlar og serfrøðingar í innlitsmálum vísa á, at lógin hevur gjørt tað munandi truplari hjá miðlunum at fáa innlit. 

Frágreiðing liðug í mai

Lógin skal sum nevnt bara setast í gildi fyri viðgerðina hjá ríkismyndugleikunum av málum um føroysk viðurskifti, bæði í Føroyum og í Danmark.

Undir viðgerðini í Rættarnevndini hjá Løgtinginum hevur nevndin fingið upplýst, at danska løgmálaráðið júst nú er í ferð við at eftirmeta lógarbroytingarnar frá 2014.

Burturúr eftirmetingini skal koma ein frágreiðing, sum skal vera liðug í mai mánaða. Frágreiðingin skal latast rættarnevndini hjá fólkatinginum, og so byrja politisku samráðingarnar um innlitslógina. 

Taka atfinningar til sín

Sambært Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, ætlar danska stjórnin at taka atfinningarnar til sín, og geva fjølmiðlum betri møguleika at fáa innlit.

Føroysk Miðlafólk heitir í sínum hoyringssvari til rættarnevndina hjá Løgtinginum á nevndina og Løgtingið annars um at lata danir gera seg lidnar við sína eftirmeting og møguligar lógarbroytingar, áðrenn verandi lóg verður sett í gildi fyri danskar stovnar í Føroyum.

Uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi donsku innlitslógina fyri danskar stovnar í Føroyum er á skránni fyri fundin hjá Rættarnevndini í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655