Uppskotið skjótt fyri tingið

Uppskotið skjótt fyri tingið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, miðar eftir at leggja uppskotið um fiskivinnunýskipan fyri Løgtingið í næsta mánaði
 
28.03.2017 - 10:56

Hoyringarfreistin er úti, og tilfarið, sum Fiskimálaráðið hevur fingið í sambandi við hoyringina, er rúgvismikið, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Nú verður hoyringartilfarið gjøgnumgingið, og síðani verður uppskotið endaliga orðað. Høgni Hoydal veit ikki í løtuni at siga, um uppskotið verður lagt fram fyri páskir ella beint eftir høgtíðina, men tað verður í apríl, sigur hann.

Mikudagin fer tingið at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal um stovna fiskivinnugrunn og uppboðssølu av makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í ár.

Í morgin fer Løgtingið eisini at viðgera uppskotini hjá Fólkaflokkinum um at leingja galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap í trý ár og um nýggja fiskivinnuskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523