Innanhýsis eftirlit loysir seg

Innanhýsis eftirlit loysir seg
Til samans 145 milliónir krónur vórðu ikki givnar rætt upp til skattingar í fjør. Tað vísir innanhýsis eftirlitið hjá TAKS
 
30.03.2017 - 14:43

Tað er tó ikki bara talan um, at vinnan og privatpersónar hava givið ov lítið upp í skatti. Tað upplýsir TAKS í tíðindaskrivi í dag.

Eftir at TAKS hevur gjørt rættingar fyri til samans 145 milliónir krónur, vísir úrslitið, at landskassin fær góðar 40 milliónir kronur afturat í inntøku fyri 2016.

Í tíðindaskrivi vísir stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, á týdningin av, at stovnurin hevur nøktandi eftirlit, ikki minst tí at føroyska vinnulívið er meira samansett og kompliserað nú enn áður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037