Føroyar fimm pláss fram á FIFA-listanum fyri menn

Føroyar fimm pláss fram á FIFA-listanum fyri menn
Føroyar eru nummar 77 á FIFA-styrkilistanum fyri manslið, sum er almannakunngjørdur í dag
 
06.04.2017 - 16:18

Føroyar eru sostatt farnar 5 pláss uppeftir síðani desember í fjør.

Brasilia er nummar eitt í heiminum, Argentina nummar 2 og Týskland er triðbesta fótbóltstjóð í heiminum.

Leinki til FIFA-styrkilistan er her

Av Norðurlondum liggur Ísland á 21. plássi, Svøríki er nummar 34, Danmark nummar 51. So koma Føroyar sum nummar 77, aftanfyri Føroyar liggur Noreg sum nummar 86 og Finnland býtir 97. plássið við Zambia.

Støðan í HM-undankappingini

Í bólkinum hjá Føroyum í undankappingini til HM liggur Portugal sum nr. 8, Sveis er nr. 9, Ungarn er nr. 31, Lettaland, Etiopia og Palestina býta 124. plássið, og so Andorra, sum liggur á 187. plássi. 

Leinki til FIFA-styrkilistan finnur tú ovarlaga á hesi síðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666