- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar «Skam» aftur
So komu tíðindini, sum «Skam» fjepparar hava bíðað eftir í fleiri mánaðir: Nú byrjar fjórða sesongin í sendirøðini.
Sendingin, sum er vorðin eitt kulthitt kring allan heimin, verður send aftur mánadagin, men vegna geo-bann verður tað ikki fyrrenn fríggjadagin, at fjepparar uttan fyri Noreg fáa atgongd til sendirøðina.
Fjórða sesong verður send í Kringvarpinum komandi fríggjadag - altso um júst eina viku.
NRK heldur, at «verden trenger Sana»
Fyri stuttari løtu síðan legði NRK eitt brot út á heimasíðuna, sum vísir, at tað er Sana, ið verður høvuðsleikari í komandi sesongini. Sana er muslimsk og verður spæld av Iman Meskini.
- Tað er upp á tíðina, at vit bera muslimskar gentur fram sum sterkar karakterir. Ofta verða tær bornar fram sum offur, tí tær bera hijab (turriklæð, red.), sigur Haakun Moslet, programleiðari á NRK.
Men NRK boðar samstundis frá, at hetta verður seinasta sesongin av SKAM, sum verður gjørd. Julie Andem, sum hevur skrivað og leikstjórnað sendirøðina, hevur nevniliga boðað frá, at hon kemur ikki at skriva fleiri sesongir.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |