We want to thank our international fans
and followers who have embraced «SKAM».
We are blown away by your dedication –
it is something we never expected. That is
why it hurts to tell you guys that due to a
necessary clarification with the music right
holders, «SKAM» will until further notice
not be available outside Norway. We are
working hard to figure out how to solve this
issue so that the fans can continue to enjoy
«SKAM» from where they are. Thank you
for your patience and dedication.
Alt er love. <3
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keðilig tíðindi til SKAM fjepparar
Keðilig tíðindi til tey, sum ikki hava tikið seg saman til at hyggja eftir norsku sendirøðini, SKAM.
Frá í dag, 13. januar, ber ikki longur til at hyggja eftir SKAM á heimasíðuni hjá NRK.
Tað er tónleikaídnaðurin, sum hevur trýst norska kringvarpið til at gera eina sokallaða "geoblokkering". Tað er, tá tú steingir stroymingina fyri útlendskar gestir.
"NRK hevur framleitt SKAM til sínar norsku hyggjarar, og tey hava ikki tikið hædd fyri, at røðin er blivin ein altjóða sukse. Tí hava vit kravt, at øll útlendsk stroyming verður steðgað beinleiðis", sigur umboð fyri IFPI, sum stendur fyri International Federation of the Phonopraphic Industry.
Hetta er ein felagsskapur, sum virkar fyri upphavsrættinum hjá tónleikaídnaðinum, og tey meina sostatt ikki, at NRK hevur goldið nóg mikið fyri tónleikin, sum verður spældur í SKAM.
Arbeiða upp á eina loysn
"Vit taka IFPI í størsta álvara og ynskja sjálvandi at eftirlíka teirra krøvum. Vit taka upphavsrætt í størsta álvara og vóna, at vit finna eina loysn skjótt, so okkara útlendsku hyggjarar aftur kunnu síggja SKAM", sigur umboð fyri NRK.
Men tað verður ikki heilt bíliga. Tað er nevniliga stórur munur á at keypa rættin til at spæla tónleik í einum landi, og so at keypa tónleik at spæla kring allan heimin.
Røddin hevur spurt Barbaru Samuelsen, mentanarleiðara í Kringvarpi Føroya, um kringvarpið ætlar at keypa rættindini til at senda SKAM. Men enn er eingin avtala fingin í lag.
Eini ensk boð frá NRK til okkum:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |