RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Ein partur av manningini umborð á ungdómsskútini hjá Kringvapinum. Mynd: RöddinLive
RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur
Nú Kringvarpið sløkkir fyri RöddinLive, vissar redaktiónin um, at okkurt nýtt og spennandi er ávegis
08.04.2017 - 21:15

- Hetta er eitt tiltrongt stig, sigur Birgith Lassen, redaktørur á Röddini, nú útvarpssendingin RöddinLive fer í søguna.

 

- Málbólkurin hjá RöddinLive er føroyski ungdómurin, men tað vísir seg, at ung lurta ikki eftir útvarpi. Tað verður hildið vera spell at brúka orku, pengar og tíð upp á at framleiða eina útvarpssending, har eingin móttakari er, útdjúpar hon í samrøðu við Hjørdis Kiara Zachariassen, útvarpsvert. 

 

Í 2013 skrivaði Röddin sáttmála við Kringvarp Føroya, har tað var gjørt av, at Röddin framyvir skuldi vera ungdómspallur Kringvarpsins og harvið taka sær av at miðla til og frá ung. Málini vóru tá at veita dygdargott tilfar um tónleik, list, ítrótt, politikk, samfelag, móta og átrúnað. Birgith Lassen sigur, at málini eru tey somu í dag, hóast tað kann tykjast sum, at tað er eitt afturstig at sløkkja fyri útvarpssendingini. 

 

Orkan verður framyvir løgd í at framleiða tilfar til heimasíðuna og ikki minst sosialu miðlarnar, har ungdómurin í veruleikanum uppiheldur sær mest sum allatíð. 

 

- Vit vilja vera ein pallur fyri tey ungu, og tí nyttar tað ikki at brúka miðlapallar, har brúkarin er 30+, sigur Birgith Lassen.  

 

Eitt tiltrongt facelift

- Nú jarða vit ein part av Röddini, og um nakrar dagar stendur okkurt nýtt og spennandi so upp, sigur Birgith Lassen at enda við Hjørdis Zachariassen. 


Röddin fer nevniliga at fáa eina nýggja heimasíðu síðst í mánaðinum, og eisini verður júst nú síðsta hondin løgd á eina heilt nýggja strategi fyri at røkka málbólkinum á øðrum pallum. 

 

Redaktiónin
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.