Helvtin av monnum við depressión fær onga viðgerð

Helvtin av monnum við depressión fær onga viðgerð
Munurin á talinum millum kvinnur og menn við depressión er ikki so stórur, sum áður hildið.
Savnsmynd
 
15.04.2017 - 12:17

Í nógv ár hevur verið hildið, at dupult so nógvar kvinnur sum menn fingu depressión ella tunglyndi. Soleiðis sóu tølini í Danmark út, tá talan var um innleggingar.

Men kanningar seinastu árini gera greitt, at munurin millum kvinnur og menn ikki er so stórur, sigur Svend Aage Madsen, ið er leiðandi psykologur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Svend Aage Madsen sigur, at í Danmark eru 60.000 menn, ið hava depressión, men bert helvtin fær nakra viðgerð. Úrslitið er, at menn - nógv oftari enn kvinnur - taka lívið av sær.

Føroyar sambornar við Danmark

Samanborið við fólkatalið í Danmark merkir tað, at í Føroyum eru 300 menn, sum ongantíð verða viðgjørdir fyri depressión, hóast teir áttu.

Menn hava ilt við at fara til lækna við sínum fysisku trupulleikum og hvana verri er tað, tá talan er um teir psykisku, sigur Svend Aage Madsen við Ritzau tíðindastovuna.

Menn duga illa at tosa um sína støðu, og ofta enda teir við at viðgera seg sjálvar við alkoholi og øðrum rúsevnum, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623