KÍ kvinnurnar vunnu oddabrakið

KÍ kvinnurnar vunnu oddabrakið
Bláhvítu kvinnurnar úr Klaksvík vunnu 3-1 á avbjóðarunum EB/Streymi/Skála í gjár
Mynd: Otto Jacobsen  
 
17.04.2017 - 15:00

Fyrsta uppgerðin í ár millum tey bæði fremstu liðini í bestu kvinnudeildini seinnu árini endaði við 3-1 sigri til KÍ.

EB/Streymur/Skála legði seg annars á odda stutt fyri hálvleik, men tvey brotsspørk í seinna hálvleiki góvu KÍ møguleika fyri at venda dystinum.

Í Gøtu vann B36 heili 6-0 á felagsliðnum hjá ÍF og Víkingi, og í triðja dystinum í fjórða umfari vann HB 3-0 úti móti B68.

 

Støðan í bestu kvinnudeildini er nú hendan: 

    Dystir Stig
1 KÍ 3 9
2 HB 3 6
3 EBS/Skála 3 6
4 B36 2 3
5 B68 4 3
6 ÍF/Víkingur 3 0

 

Fimta umfar verður spælt nú fríggjakvøldið:

B36 - HB

ÍF/Víkingur - KÍ

B68 - EBS/Skála

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786