Greiningin vísir ikki røttu støðuna hjá stovnum

Greiningin vísir ikki røttu støðuna hjá stovnum
Suðuroyar sparikassi finst at greiningini hjá Bankresarch
Hóast Suðuroyar sparikassin er triðniðast á listanum hjá Bankresarch er hann væl fyri, sigur stjórin.
 
24.04.2017 - 09:17

Suðuroyar sparikassi væntaði eitt berti pláss í ár enn í seinastu greiningini, har sum sparikassin bleiv nummar 64 á listanum hjá Bankresearch. Hann er farin uppeftir, men ikki nógv, bara trý pláss. Seinastu fimm árini hevur sparikassin verið nummar 85 og heilt upp í 52. 

Søren L, Bruhn, stjóri í Suðuroyar sparikassa, sigur, at soleiðis sum Bankresearch ger sína greining  fær Suðuroyar spariklassi eitt tal. sum er langt niðri á listanum. Hann hevur nógvar fyrstu veðrættir, sum eru trygg lán, men fyrsti veðrættur er ikki viðí lánunum  hjá donsku peningastovnunum.

Bankresearch býtir bruttoútlánini við lyklatølunum hjá peningastovnunum.

Søren L. Bruhn sigur, at Suðuroyar sparikassi heldur seg innan fyri øll mørk, sum Fíggjareftirlitið setir.  

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985