- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar í bólki saman við Týsklandi

Stórar avbjóðingar bíða føroyska kvinnulandsliðnum, sum millum annað skal spæla ímóti einum av mest vinnandi landsliðunum yvirhøvur.
Føroyar komu í sama bólk sum Týskland, ið hevur vunnið HM-endaspælið tvær ferðir (2003 og 2007) og EM-endaspælið heili átta ferðir.
Týskland vann eisini olympiskt gull í OL í Rio í 2016.
Í bólkinum verður eisini norðurlendsk grannauppgerð millum Føroyar og Ísland.
Ísland hevur ongantíð spælt seg víðari til HM-endaspæl, men er við í EM-endaspælinum, sum verður í summar.
Hini londini í bólkinum hjá Føroyum eru Kekkia og Slovenia.
Liðskiparin vildi sleppa undan Týsklandi
Rannvá Andreasen er liðskipari á føroyska landsliðnum. Hon sigur við Kringvarpið,at hon hevði ynskt at sloppið undan Týsklandi.
Týskland var tað einasta landið, sum eg ynskti, at vit ikki komu í bólk saman við. Tær eru ótrúliga væl fyri fysiskt, og tær hava bara klassaspælarar.
Tær eru nógv tað besta liðið í Evropa, og vit mugu spæla okkara allarbesta spæl, um vit skulu fáa eitt úrslit móti teimum.
Rannvá Andreasen sigur, at tað verður eisini torført at spæla ímóti Íslandi, sum hevur spælarar í stórfeløgum í Evropa.
Hon væntar, at tað er mest sannlíkt at fáa stig ímóti Kekkia og Slovenia.
HM-undankappingarbólkur 5
| Týskland |
| Ísland |
| Kekkia |
| Slovenia |
| Føroyar |
Bólkur 1
| Ongland |
| Russland |
| Wales |
| Bosnia og Hersegovina |
| Kasakstan |
Bólkur 2
| Sveis |
| Skotland |
| Pólland |
| Hvítarussland |
| Albania |
Bólkur 3
| Norra |
| Holland |
| Írland |
| Slovakia |
| Norðurírland |
Bólkur 4
| Svøríki |
| Danmark |
| Ukraina |
| Ungarn |
| Kroatia |
Bólkur 6
| Italia |
| Belgia |
| Rumenia |
| Portugal |
| Moldova |
Bólkur 7
| Spania |
| Eysturríki |
| Finnland |
| Serbia |
| Ísrael |
























