FBI-gølan heldur fram

FBI-gølan heldur fram
Hvítu Húsini avsanna, at amerikanski forsetin bað stjóran í FBI, James Comey, um at geva sær tilsøgn um trúfesti, áðrenn hann koyrd hann úr starvi
Twitter-dagføringin hjá amerikanska forsetanum, har hann nevnir "upptøkur", hava oyst bensin á bálið um uppsøgnina av FBI-stjóranum
 
13.05.2017 - 09:41

Pressutalsmaðurin hjá forsetanum, John Spicer avsannaði í gjár søgur í amerikanskum miðlum um, at forsetin bað um trúfesti ella loyalitet frá FBI-stjóranum undir einum døgurða teirra millum í januar.

Sambært The New York Times hevði FBI-stjórin givið forsetanum lyfti um reinlyndi, men ikki trúfesti.

Amerikanski forsetin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani hann týsdagin koyrdi FBI-stjóran frá, samstundis sum FBI er mitt í rannsóknum um, hvussu tætt sambandið var millum Trump-leguna og Russland undir forsetavalstríðnum.

Eisini hevur tað, at forsetin er so virkin á sosiala miðlinum Twitter, oyst bensin á bálið. Trump hevur m.a. skrivað, at frákoyrdi FBI-ovastin "sanniliga má vóna, at ongar upptøkur eru" av samrøðuni teirra millum.

 

Krevja avrit av upptøkum

Á dagliga tíðindafundinum í gjár noktaði pressutalsmaðurin hjá Donald Trump at svara, um forsetin hevur loyniupptøkur frá Hvítu húsunum.

Eisini vísti pressutalsmaðurin frá sær, at tweetið hjá forsetanum skuldi skiljast sum ein hóttan móti James Comey.

Útsagnirnar hjá forsetanum elvdu beinanvegin til samanberingar við fyrrverandi forsetan Richard Nixon, sum tók samrøður upp í Hvítu húsunum, og sum skundaðu undir, at hann noyddist at leggja frá sær undir Watergate-gøluni.

Leiðandi demokratar í Umboðsmannatinginum kravdu í gjár skrivliga, at Hvítu húsini lata teimum avrit av øllum upptøkum.

Í brævinum skriva John Conyers and Elijah Cumming: "Tað er eitt brotsverk at ræða ella hótta møgulig vitni við tí fyri eyga at ávirka, seinka ella forða fyri teirra almenna vitnisburði", skrivar BBC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650