Góð ráð: Dagførið Microsoft-stýriskipanina

13.05.2017 - 15:00
Innlendis
Góð ráð: Dagførið Microsoft-stýriskipanina
Holið, sum teldusníkar hava nýtt til stóra telduálopið, er nú tipt, og gott hugskot er at dagføra skipanirnar mánamorgun, sigur KT-stjórin á FT
Stóru telduálopini minna á,. at vanligt vit og skil og - ikki minst - dagføringar av forritum er góð vernd

Holið, sum teldusníkar hava nýtt til stóra telduálopið, er nú tipt, og gott hugskot er at dagføra Microsoft-skipanirnar mánamorgun.
Tað sigur Michael Thomsen, KT-stjóri á Føroya Tele.
Stóra altjóða telduálopið tykist kortini ikki hava rakt Føroyar, og tað kann hava verið frídagurin í gjár, dýri biðjudagur, sum hevur fyribyrgt tí. Tað er nevniliga ikki allastaðni, at hesin dagurin er frídagur.
Michael Thomsen mælir fólki til at brúka vanligt vit og skil, tá teldubrøv verða latin upp, og heimasíður verða vitjaðar.

Lesið eisini: http://kvf.fo/greinar/2017/05/13/100-lond-rakt-av-teldualopi

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179