- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll heimaliðini vunnu
Níggjunda umfar gjørdist málríkt, tí heili 16 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum.
KÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, har teir vunnu á arvafíggindunum HB.
Heldur ikki B36 ella Víkingur vístu náði á heimavølli. B36 hølvaði 07 Vestur av í Gundadali við fýra málum móti ongum, og í Sarpugerði vann Víkingur 3-0 á TB/FCS/Royn.
Á Skála gjørdi heimaliðið eisini enda á málturkinum, tá ið teir vunnu 3-2 á EB/Streymi. Sigurin og tey trý stigini flyta Skála heili tvey pláss upp á stigatalvuni.
Fimti dysturin í níggjunda umfari varð spældur í gjár, tá ið NSÍ vann tryggan 3-0 sigur á ÍF.
Úrslitini og málini í 9.umfari:
KÍ - HB 1-0
1-0 Dion Splidt 45'
Víkingur - TB/FCS/Royn 3-0
1-0 Fróði Benjaminsen 45'
2-0 Andrias Lava Olsen 54'
3-0 Erling Jacobsen 83'
Skála - EB/Streymur 3-2
0-1 Rógvi Egilstoft Nielsen 12'
1-1 Michal Przybylski 33'
2-1 Michal Przybylski 64'
2-2 Leif Niclasen 77'
3-2 Andras Frederiksberg 90'
B36 - 07 Vestur 4-0
1-0 Róaldur Jakobsen (br.) 29'
2-0 Pætur Petersen 52'
3-0 Róaldur Jakobsen 76'
4-0 Patrik Johannsen 85'
NSÍ - ÍF 3-0
1-0 Jann Benjaminsen 44'
2-0 Jann Benjaminsen 64'
3-0 Klæmint Olsen 74'
Støðan í EFFO-deildini, nú øll liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum:
1 | KÍ | 19 |
2 | Víkingur | 17 |
3 | NSÍ | 16 |
4 | B36 | 12 |
5 | TB/FCS/Royn | 12 |
6 | HB | 10 |
7 | Skála | 9 |
8 | 07 Vestur | 8 |
9 | EB/Streymur | 8 |
10 | ÍF | 6 |
Hósdagin verða finaluliðini í kappingini um Løgmanssteypið funnin. Í Gundadali verður returdystur millum HB og B36. Fyrri dysturin endaði javnur 1-1, og tað er HB, sum eigur heimavøllin í seinna dystinum.
Hin hálvfinalan verður spæld við Løkin, har NSÍ eigur heimavøll móti KÍ. Fyrra hálvfinalan endaði 2-2 í Klaksvík.
Báðir dystirnir verða stroymdir, og vit hava somuleiðis beinleiðis frásagnir í útvarpinum hósdagin.