- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldskipan trupla byrjan
Hagastýrini í Mykinesi eru, umvegis ferðsaskrivstovur, farin undir at krevja pengar inn frá fólki, sum fara túrar til Mykines. Men enn riggar gjaldskipanin sum heild ov illa.
Tað ásannar Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum. Tað halda eisini fleiri ferðaskrivstovur; millum annað GreenGate Incoming, ið selur bólkatúrar til Mykines.
SÍ EISINI Fer at kosta at ganga í Mykinesi
Ferðaskrivstovurnar í Føroyum hava fingið skriv frá hagastýrunum í Mykinesi, har heitt verður á ferðaskrivstovurnar um at krevja 100 krónur eyka frá ferðafólkum, sum keypa bólkatúrar út í Mykines, og at flyta pengarnar á konto hjá hagastýrunum.
Og tað royna ferðaskrivstovurnar nú at gera eftir førimuni. Hilda Thomsen, ið selur bólkatúrar til Mykines hjá Greengate, heldur tó, at sum nú er eru fleiri trpulleikar hjá ferðaskrivstovum at krevja pengar inn.
Arbeiða við eini aðrari skipan
Millum annað ber illa til at krevja 100 krónur eyka inn frá ferðafólki, sum hava bílagt túrin langt frammanundan.
Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum, ásannar, at gjaldskipanin ikki riggar nóg væl enn. Tí til ber ikki at krevja pengar inn frá einstaklingum, sum koma til Mykines við Jósupi ella tyrluni.
Tað vil siga, at sum nú er standa fólk ikki og krevja pengar frá einstaklingum, sum koma út í oynna við Jósupi ella tyrluni. Men hagastýrini arbeiða við at gera eina skipan, har ferðafólkini rinda umborð á bátinum ella tyrluni.
Betri vónir til næsta summar
Hjá GreenGate halda tey, at tað er ein góð loysn, at ferðaskrivstovurnar sleppa undan at krevja pengar inn, men at ferðafólkini til dømis rinda umborð á Jósupi.
Tað hevði eisini loyst ein annan stóran trupuleika, sum er, at gjaldskipanin er kappingaravleiðandi. Tí fleiri útlendskar ferðaskrivstovur gera eisini túrar til Mykines, og tey hava ikki fingið boðini um at krevja 100 krónur eyka inn.
Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum í Mykinesi, sigur, at gjaldskipanin og ætlanin um, at allir túrar út í Hólmin skulu verða við ferðaleiðara, vónandi eru komin í rætt lag næsta ár.