Neyðugt við donskum veitara

Neyðugt við donskum veitara
Byggiætlanin í Mattalág verður bygd skjótari og bíligari av einari danskari fyritøku, heldur enn at finna eina føroyska, sigur Kristina Háfoss
Bústaðir royndi í fleiri ár at koma á mál við byggiætlanini í Mattalág, men tað hevur ikki eydnast.
 
25.05.2017 - 13:16

At Bústaðir royna møguleikan við byggimodulum uttanlands, fer at hava við sær, at trýstið á byggivinnuna í Føroyum minkar, og tað fer eisini at ávirka kostnaðarstigið í byggivinnuni.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen vildi hava at vita, um landsstýriskvinnan hevur góðkent, at Bústaðir hava gjørt avtalu við eina danska byggifyritøku um at standa fyri byggiætlanini í Mattalág í Havn.

Kristina Háfoss svarar, at Bústaðir í fleiri ár royndi  at koma á mál við byggiætlanini í Mattalág í Havn, men tað hevur ikki eydnast. Tí bleiv ein loysn vald við einum donskum veitara, soleiðis leiguíbúðirnar verða bygdar skjótt og bíligari.

Sami veitari, sum bygir í Mattalág, fer eisini at byggja 18 íbúðir til Bústaðir á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, sum vera sama slag sum íbúðirnar í Mattalág. Av hesum verða 12 vardar íbúðir.

Av tí at tørvurin er so átrokandi, og at veitarin kann lata byggimodulini eftir stuttari tíð, hava Bústaðir avgjørt, at sami veitari skal gera arbeiðið, sigur Kristina Háfoss.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952