Spurningurin um ognarskap prinsipiellur

bannari
26.05.2017 - 13:43
InnlendisPolitikkur
Spurningurin um ognarskap prinsipiellur
Tað er ein prinsipiellur spurningur fyri samgonguna, at útlendingar ikki skulu eiga í føroysku fiskivinnuni

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið svarar atfinningunum um at reka útlendingar út úr fiskivinnuni.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur fast í upprunaliga politikkin hjá landsstýrinum, hóast bæði Fíggjarmálaráðið og BankNordik ávara um at koyra útlendingar út.

Fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum kemur til 1.viðgerð í Løgtinginum mánadagin. Harðar atfinningar eru ímóti uppskotinum.

Undir yvirskriftini "Kom og stuðli feløgunum í stríði okkara móti uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu" biðja Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið allar sínar limir um at møta til mótmælistiltak uttan fyri løgtingsbygningin mánamorgunin klokkan níggju.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776