Fiskurin má virkast aðrastaðni

Fiskurin má virkast aðrastaðni
Ein onnur loysn má væntandi finnast, at virka uppsjóvarfiskin hjá Varðanum í heyst, sigur stjórin
 
11.06.2017 - 13:14

Neyðugt verður væntandi at finna eina aðra loysn at virka uppsjóvarfiskurin hjá reiðarínum Varðanum, tá fiskiskapurin eftir makreli, sild og lodnu byrjar um hálvan august. 

Tí virkið Varðin Pelagic verður neyvan klárt aftur, at taka ímóti fiski tá.

Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Varðanum. Støða er tó ikki tikin til hendan spurningin enn, tí so stutt er fráliðið síðani eldsbrunan. 

Allur uppsjóvarfiskur virkaður á virkinum

So at siga allur makrelur, sild og lodna sum skipini hjá Varðanum hava fiskað, hevur verið virkaður á Varðanum Pelagic, meðan tað mesta av svartkjaftinum hevur verið virkaður á Havsbrún í Fuglafirði. Haraftrat hevur Varðin Pelagic tikið ímóti nakað av fiski frá øðrum reiðaríum. 

Framleiðslan á Varðanum Pelagic hevur verið ímillum 65.000 til 100.000 tons av fiski um árið, alt eftir hvussu stórar kvoturnar hava verið. Fiskurin hevur verið skorin til flak, avhøvdaður ella heilfrystur, og pakkaður í portiónir. 

Men nú framleiðsluhøllin á Varðanum Pelagic er brend, verður væntandi neyðugt, at finna eina aðra loysn, at virka fiskin, sum verður fiskaður av Varðanum í heyst. 

Bert tvey uppsjóvarvirki

Nú eru bert tvey virki í Føroyum, sum taka ímóti og virka uppisjóvarfisk - Faroe Pelagic í Kollafirði og Havsbrún í Fuglafirði.

Hesi virkini virka fisk frá øðrum reiðaríum, men Jákup Jacobsen sigur, at hann í næstum fer at kanna, um til ber hjá virkjunum eisini at taka ímóti fiski frá Varðanum. Hann væntar, at hetta fer at bera til, um arbeiðið verður lagt væl til rættis. 

"Vit fara nú at kanna, hvussu stóran skaða eldsbrunin hevur havt við sær, og síðani verður støða tikin til, hvat so skal gerast", sigur hann.

Virkið skal gerast aftur

Greitt er tó, at virkið skal byggjast upp aftur, men hvussu drúgt arbeiðið verður, er ilt at siga enn. 

"Tað tók umleið fimm mánaðir at byggja virkið, sum nú er brent. Men nógv virksemi er í byggivinnuni í løtuni, og bíðitíð kann eisini vera at fáa tilfar", sigur Jákup Jacobsen.  

Varðin Pelagic hevur megnað at framleiða 1.000 tons um samdøgrið, og tá ið verttíðin er, arbeiða umleið 120 fólk á virkinum. 

Reiðaríið Varðin, sum heldur til í Gøtu, hevur meira enn eina milliard krónur í umsetningi árliga og samanlagt meira enn 375 fólk í starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321