Játtanin stendur ikki mát við virksemið

Játtanin stendur ikki mát við virksemið
Eftirsleipið hjá Landsverki er nú tilsamans 654 milliónir krónur. Játtanin røkkur ikki, og stovnurin mælir tí til alternativa fígging
Eftirsleipið hjá Landsverki stendur við og versnar. Landsverk skal bæði viðlíkahalda vegakervið og almennar bygningar, men hevur ikki pengar til tað
 
16.06.2017 - 17:47

Eftirsleipið hjá Landsverki stendur við og versnar. Landsverk skal bæði viðlíkahalda vegakervið og almennar bygningar, men hevur ikki pengar til tað.

Eftirsleipið at viðlíkahalda og umvæla almennar bygningar er 279 milliónir krónur, og eftirsleipið at viðlíkahalda vegir, tunlar og brýr er 375 milliónir krónur. Hetta kemur fram í Ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Játtanin til Landsverk stendur ikki mát við rakstrar- og viðlíkahaldstørvin, tí samlaða játtanin antin stendur í stað ella minkar ár um ár. Játtanin til viðlíkahald av bygningum og infrakervi er bara 62 milliónir krónur; ein hóskandi játtan hevði verið 122 milliónir krónur um árið, sigur Landsverk.

Brátørvurin til viðlíkahald 128 mió.

Landsverk umsitur vegna aðalráðini umleið 230.000 fermetrar av bygningum, og hvørt ár verða fleiri bygningar lagdir afturat bygningshópinum. Málið hjá Landsverki er bæði at halda bygningar hjá landinum viðlíka, men eisini at betra um góðskuna á teimum.

Játtanin til viðlíkahald av bygningum landsins er lækkað við einari millión krónum niður í 21 milliónir krónur. Tað skal setast upp ímóti, at bara brátørvurin á viðlíkahaldi nú er komin upp á 128 milliónir krónur.

Samlaða eftirsleipið, sum í fjør var umleið 250 milliónir krónur, táttar nú í 280 milliónir krónur, tí Landsverk hevur yvirtikið raksturin av fleiri bygningum, í ivasomum standi, afturat.

"Nýggjar" fíggingarloysnir brúkast

Stjórin á Landsverki heldur, at tíðin er komin at taka alternativar fíggingarhættir í brúk at viðlíkahalda bygningar undir landinum, sum verða afturútsigldir og forfella.

Hann skjýtur í fyrsta lagi upp, at allir almennir bygningar verðu fluttir til Landsverk at umsita, og at Landsverk so kann krevja inn leigu fyri bygningarnar; inntøkan kann so brúkast til at halda teir í reiðiligum standi.

- Í dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leigarar ikki rinda leigu í teimum almennu bygningum, sum landið eigur. Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir stovnar leigur, har onnur enn landið eiga bygningarnar. Her verður munur gjørdur á, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Eftirsleipið munandi størri í Føroyum

Eftirsleipið at viðlikahalda landsvegakervið er í løtuni mett at vera 375 milliónir krónur. Tað svarar til átta og einahálva ferð árligu rakstrarjáttanina; hini Norðurlondini liggja um tvær ferðir árligu játtanina.

Sostatt hava Føroyar upp í sjey ferðir størri eftirsleip. Landsverk metir, at við eini játtan, sum er 30 milliónir krónur hægri, ber til at halda stand. Eisini her vísir Landsverk á alternativar fíggingarhættir.

Eitt nú ber til at leggja gjald á allar tunlar, og ikki bert undirsjóvartunlar. Einki er heldur til hindurs fyri at seta upp fleiri gjaldsstøðir um landið, aðrastaðni enn í dag og ikki bert við tunnilsmunnar, ið krevja pengar inn frá øllum bilum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212