NSÍ vann í yvirtíðini

NSÍ vann í yvirtíðini
Árni Frederiksberg tryggjaði runavíkingum sigurin í Sarpugerði, og B36 vann stórsigur á KÍ í Klaksvík. Her eru úrslitini í 13. umfari
 
18.06.2017 - 17:31

Oddastríðið í EFFO-deildini er harðnað eftir 13.umfar, har NSÍ og B36 vunnu á ljósabláu og kongabláu oddaliðunum. Við máli í yvirtíðini gjørdi Árni Frederiksberg NSÍ til fyrsta liðið at vinna á Víkingi í ár, og B36 flongdi KÍ við at vinna við heili fimm málum móti einum.

Suðringar og Skálamenn vunnu eisini týdningarmiklar sigrar á ávíkavist 07 Vestur og HB. Í botninum sær hinvegin svart út hjá ÍF, sum nú eru afturúrsigldir á stigatalvuni.

Úrslitini í 13. umfari gjørdust hesi:

Víkingur - NSÍ 1-2
1-0 Adeshina Lawal 12'
1-1 Klæmint A. Olsen 48'
1-2 Árni Frederiksberg 90'

KÍ - B36 1-5
0-1 Odmar Færø 8'
0-2 Lukasz Cieslewicz 23'
0-3 Benjamin Heinesen 35'
0-4 Erlendur Magnusson 68'
1-4 Albert Adu 73'
1-5 Hannes Agnarsson 76'

ÍF - EB/Streymur 1-2
0-1 Leif Niclasen 25'
1-1 Bogi Reinert Petersen 50'
1-2 Niklas Kruse 80'
    
TB/FCS/Royn - 07 Vestur 3-1
0-1 Tór Ingar Akselsen 10'
1-1 Jón Krosslá Poulsen 43' (br.)
2-1 Búi Egilsson 46'
3-1 Búi Egilsson 90'

HB - Skála 1-2
1-0 Sebastian Pingel 5'
1-1 Brian Jacobsen 45'
1-2 Jákup Johansen 80'


Stigatalvan

1 Víkingur 26
2 26
3 NSÍ 24
4 TB/FCS/Royn 19
5 B36 17
6 HB 17
7 EB/Streymur 14
8 Skála 13
9 07 Vestur 11
10 ÍF 6


14. umfar í landskappingini verður spælt fríggjakvøldið, og tá eru dystirnir hesir: 

ÍF - KÍ
07 Vestur - Víkingur
Skála - NSÍ
TB/FCS/Royn - HB
EB/Streymur - B36

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. september
Bolero - Antonin Dvorak.
181370
Sunnudag 29. september
Guðstænasta í Sørvágs kirkju
181367
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172