Skulu kunna skiljast í Føroyum

Skulu kunna skiljast í Føroyum
Sama dagin, tað er leygardagin í næstu viku, 1.juli, sum samkynd kunnu blíva vígd í Føroyum, kemur eisini í gildi broytingin í føroysku rættargangsl
 
23.06.2017 - 13:25

Sama dagin, tað er leygardagin í næstu viku, 1.juli, sum samkynd kunnu blíva vígd í Føroyum, kemur eisini í gildi broytingin í føroysku rættargangslógini, so samkynd, sum verða gift í Føroyum, eisini kunnu verða skild her.

Neyðugt var at broyta rættargangslógina fyri at tryggja, at samkynd, sum eru gift í Føroyum, men flyta í eitt land, har sum samkynt hjúnaband ikki er loyvt, skulu kunna verða skild í Føroyum.

Um samkynd, sum eru gift í Føroyum, flyta í eitt land, sum ikki góðtekur samkynt hjúnaband, vilja skiljast, ber tað ikki til í landinum, tey búgva í, tí har er samkynt hjúnaband ikki til í nakrari lóggávu, heldur ikki um hjúnaskilnað.

Við lógarbroytingini, sum kemur 1.juli, skulu tey kunna fara aftur til Føroya og fáa Føroya rætt at skilja seg.

Løgtingið samtykti broytingina í rættargangslógini longu 29.apríl í fjør. 

Herfyri varð hon eisini samtykt í fólkatinginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523