Tónleikarar verða kriminaliseraðir

23.06.2017 - 18:22
Lívsstílur
Tónleikarar verða kriminaliseraðir
Mong ljóðføri innihalda tilfar, sum nú er vorðið bannað
Mikael Blak, tónleikari
Mynd: KVF  

CITES, sum er ein altjóða sáttmáti, ið snýr seg um at varðveita hótt djóra- og plantusløg, hevur í januar mánaða kunngjørt, at alt rósutræ nú er friðað og eisini bannað. Orsøkin er, at rósutræið verður mett at vera hóttur vøkstur. Hetta fær avleiðingar fyri allar tónleikarar, tá hesir ferðast um landamørk, serliga til og úr USA við sínum ljóðføri, eftirsum flestu ljóðførini innihalda bannaða tilfarið. Frammanundan eru fleiri træsløg, sum eitt nú gittarar eru gjørdir úr, bannað. Vandi er fyri, at hald verður lagt á ljóðførið, hevur tónleikarin ikki váttan fyri, at ljóðførið er framleitt burðardygt og ikki er í stríð við reglurnar hjá CITES. Hoyr innslagið, har vit tosa við Alfred Hansen, sum hevur musikkhandil í Runavík. Eisini ringja vit til Mikael Blak, tónleikara, sum í løtuni er í USA. Hoyr alt innslagið her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444