- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tá eg var 18 ára gomul, hugsaði eg, at hetta mátti eg gera okkurt við
Tikið myndir hevur: Hanna Davidsen
Nóllywood er ein Føroyskur filmsskúli, ið snýr seg um at gera film og at læra, hvussu nógv tað krevst at gera ein film uppá stutta tíð. Nóllywood byrjaði fyri fyrstu ferð fyri 7 árum síðani úti í Nólsoy. Her av kemst navnið ‘Nóllywood’. Filmsskúlin hevur áður givið góð úrslit, og til premierunar hava nógv fólk verið og hugt. Onkrir filmar eru enntá komnir við í Geytan, ið er ein filmskapping fyri føroyskar filmar.
- Filmsskúlin er fyri ung, ið eru millum 14 og 18 ár, tó hava undantøk verið, har vit hava havt onkran, sum er 13 ár og onkran, sum er 19 ár.
Sigur Maria Winther Olsen er fyriskipari av Nóllywood. Maria byrjaði Nóllywood, tí hon føldi, at ung í Føroyum hava ov lítlar møguleikar til at menna sín kreativitet, og serliga eru lítlir møguleikar innan film.
- Eg saknaði at kunna hava eitt stað at fara. So tá eg var 18 ára gomul, hugsaði eg, at hetta mátti eg gera okkurt við, so eg avgjørdi at senda ein teldupost til klippfisk, har eg skrivaði, “Hey klippfisk, eg dugi eitt sindur við filmi. Hava tit hug at gera ein filmsskúla saman við mær?”
Maria hevur hvørt ár verið fyriskipari, har hon hevur funnið gestalærarar, hølir, útgerð og nógv ymiskt, ið krevst til ein filmsskúla. Hon undirvísir eisini sjálv. Hóast Maria situr við nógvari ábyrgd, so hevur hon nógv onnur fólk afturat sær, og tað er hon sera takksom fyri.
- Størsta avbjóðingin við at fyrireika Nóllywood er at skula pakka eina stóra skrá niður í bert eina viku. Eg vil, at tey skulu læra so nógv, samstundis sum at tey eisini skulu fyrireika teirra filmar, filma, og ikki minst at klippa filmarnar. Tað ringasta er sum heild at fáa tíðina at strekkja.
Endamálið fyri Nóllywood er, at ung kunnu fara eitt stað at læra, at tey, sum brenna fyri filmi, skulu fáa ein kjans at mennast innan filmsverðina. Har eru eingin krøv, og øll eru altíð vælkomin.
Andrias Høgenni og Maria Winther Olsen
5 góð ráð frá Mariu um at gera film
1 – At lurta, og at man tímir at læra.
2 – At man torir at brúka seg sjálvan, at hyggja inneftir, og tora at fortelja um hendingar, ein sjálvur hevur havt.
3 – At finna nøkur góð fólk at gera film saman við. Man kann sjálvandi gera film sjálvur, men tað er ikki eins stuttligt, og so er tað eisini nógv lættari at arbeiða við góðum fólkum, filmur er so nógv og man kann ikki duga alt.
4 – At arbeiða við nøkrum kulum leikarum. Filmsfólk eru jú aftan fyri kameraið, og tí er tað feitt at kunna arbeiða við leikarum, ið tíma og duga at gera film.
5 – At man ongantíð skal geva upp, tí tað er bara at blíva við.
Vitja facebook síðuna hjá Nóllywood her
Røddin tosaði við tveir ungar luttakarar, Brandur Teitsson og Felisiu Helmsdal. Hoyr niðanfyri, hvat tey bæði halda um Nóllywood, og hvat teirra leiklutur í teirra filmi er.
Brandur Teitsson
Felisia Helmsdal
Les eisini: - Egið intiativ hevur stóran týdning
Ein vanligur dagur í Nóllywood
Les eisini: Filmslistafólkið velur yndisfilmar
Til ber at síggja nakrar filmar, ið eru gjørdir á Nóllywood seinastu árini:
Tíðin - 2014
At liva við tí - 2015
Birting - 2015
Óvissa - 2015
Óttafet - 2016
Permieran fyri Nóllywood 2017 er sunnudagin 02.07.17, klokkan 15 í Hoydølum!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |