Toymið aftan fyri stuttfilmin Stina Karina
- Egið intiativ hevur stóran týdning
Nýggjárið er eitt gott høvi at líta aftur á hendingar í farna ári. Í 2015 vann Andrias Høgenni føroysku filmsheiðurslønina, Geytan, og her hugleiðir hann um at gera film
01.01.2016 - 12:00

 

Agurk og ótti
27 ára gamli havnarmaðurin, Andrias, byrjaði sum 16 ára gamal at gera film. Fyrsta filmin gjørdi hann saman við tveimum vinmonnum til eina stuttfilmskapping um ótta, sum KvF sendingin, Agurk, skipaði fyri.

 

- Filmurin snúði seg um ein drong, sum ætlaði at drepa øll í flokkinum. Vit høvdu hvørki ordiligt upptøkutól ella stativ og máttu skifta høvuðspersónin mitt í tí heila, tí hann skuldi í silvurbrúdleyp.

 

- Eg bleiv tó skjótt bitin av at gera film. Fyri meg var tað tilgongdin frá hugskoti til livandi myndir, sum var fangandi.

 

Andrias greiðir frá, at vinmenninir ikki longur gera film, men at onkur av teimum, sum byrjaðu samstundis sum hann at gera film, gera tað enn, og at kappingin hjá Agurk veruliga var ein byrjan til blómandi, føroyska filmsumhvørvið.

 

 

Geytin
Andrias vann í vetur føroysku filmsheiðurslønina, Geytan, fyri stuttfilmin Stina Karina.

 

- Eg veit, tað er ein klisje, men eg haldi, at tað var ein stórur heiður bara at vera við í eini sýning, sum so stórur áhugi er fyri.

 

- Tað var tó løgið og óvæntað at vinna við júst Stina Karina, tí hetta var ein lutfalsliga skjót og skundað verkætlan, ið eg gjørdi til filmsskúlan Super16, sum eg í løtuni gangi á.

 

- Vit tóku filmin upp eftir bert átta tímum á WC'num í eini íbúð á Oyrasundi eina viku, áðrenn filmarnir til Geytan skuldu vera inni. Mær dámdi væl at kunna hava eina skitsu við í ár, men ætlaði at leggja meira fyri til næsta ár við eini sjúkrahúskrimi, sum eg skal gera í samstarvi við aðrar næmingar á Super16. Tað er tó ein góður boðskapur, at tað ikki altíð eru tær størstu verkætlanirnar, sum eru tær bestu.

 

- At vinna Geytan er ein ólukksáliga stórur heiður, sum eg seti stóran prís upp á at hava fingið – serliga tá hugsað verður um, at hinir tríggir filmarnir, sum hava vunnið Geytan, eftir mínum tykki eru nakrir av bestu føroysku stuttfilmunum yvirhøvur.

 

- Harumframt haldi eg tiltakið vera heilt fantastiskt. Eg var tíverri ikki til staðar í ár, men var í Norðurlandahúsinum til tiltakið í fjør. Tað er nakað heilt serligt at síggja filmarnar á stórskíggja, og ein fær eitt sindur av eini heildarmynd av føroyskari filmslist, tá tú sært fleiri filmar hvør eftir annan.

 

 

Stina Karina
Hugskotið til filmin spratt burtur úr eini venjingarlegu til eina aðra verkætlan við somu leikarunum, sum tó ongantíð bleiv til nakað, greiðir Andrias frá.

 

Í einari av improvisatiónsvenjingunum spurdi annar leikarin um ráð til at seta hár, og hetta gav teimum hugskotið til filmin. Sjálvur hatar Andrias at keypa og royna klæðir, sum kanska als ikki passa til ein, og vildi hann við filminum eisini lýsa, hvussu konfliktir í einum vinarlagi kunnu gerast verri, tá annað vinfólkið gevur sær meiri ræði, enn hann/hon átti.

 

Andrias sigur flennandi, at í leikritinum itu tær báðar genturnar als ikki Stina og Karina, men Marjun og Kristina, men honum hevur leingi dámað væl navnið Stina Karina, og helt, at tað klingaði væl.

 

- Filmurin manglaði eitt navn, so vit smekkaðu bara til.

 

- Vit vóru bert fýra fólk á settinum – tveir leikarar, ein fotografur og eg. Undir upptøkunum mátti fotografurin einaferð fara, tí hann hevði eina aðra avtalu. Eg mátti so bæði filma og leikstjórna, og annar av leikarunum stýrdi ljóðinum, samstundis sum hon spældi. Tað er altso øgiliga óglamorøst at standa undir eini shampohill og royna ikki at fáa reflektiónina av kameranum í speglinum uppá, men tað sær út til at hava riggað.

 

Tey, sum ikki fingu atgongumerki til Geytan 2015, kunnu síggja Stina Karina, hinar geytafilmarnar og aðrar føroyskar stuttfilmar á stórskíggja í januar 2016. Harumframt kemur Stina Karina á netið móti sumri.

 

 

Egið intiativ er lykilin

Ein kann altíð ynskja sær betri umstøður og fleiri pengar, heldur Andrias. Hann heldur tó, at tað í løtuni hendir nógv spenandi innan føroyska filmslist, og at støðið er høgt, hóast tað ofta eru tey somu, sum gera føroysku filmarnar.

 

Andrias gleðir seg eisini til at fylgja við í, hvørji næstu føroysku filmslistafólkini fara at vera, men vísir á, at ein betri loypifjøl frá filmssummarskúlanum, Nóllywood, til filmsgrunnin kanska manglar. Hann heldur, at ung, sum júst eru farin at gera film, skulu hava betri møguleika at gerast semi-professionell, tí at føroysk filmslistafólk eftir hansara tykki hava eina ábyrgd at fortelja føroyskar søgur. Harumframt heldur hann tað vera spennandi at gera filmar á føroyskum, tí í einum so lítlum samfelag hevur hvør einasti filmur týdning.

 

Hann greiðir eisini frá, at eitt tað týdningarmesta, hann hevur lært, er, týdningurin av sjálvur at taka intiativ og ikki at bíða eftir, at onnur geva tær loyvi at gera film.

 

- Tað eru ongantíð nokk av pengum, men eg verði altíð bilsin av, hvussu langt vit kunnu koma við filmi. Tá onkur hevur hug at royna okkurt nýtt í Føroyum, so er grundtankin altíð tann, at tað ikki ber til. Hetta hava vit sæð í sambandi við eitt nú tónleikafestivalar og tað at bryggja sterkt, men tað eydnast ofta væl allíkavæl.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.